22. desember 2011 var dokumentarfilmurin “Grindabátar á ferð av Vágseiði til Sumbiar” givin út.
Í mai 2010 fóru grindabátarnir í Vági av Vágseiði til Sumbiar. Siglt varð undir Vágs- og Sumbiarbjørgunum. Í Sumba varð farið í kirkju og aftaná bjóðaðu gestablídnir sumbingar súpan og kaffi í Samkomuhúsinum. Seinnapartin fóru grindabátarnir úr Sumba og norður á Vágseiði.
Filmurin er um ferðina av Vágseiði til Sumbiar. Frásøgufólk við á ferðini eru Hans í Líðini úr Vági, sum sigur frá av Vágseiði suður á Lopranseiði, og Eli Poulsen úr Sumba, sum sigur frá á ferðini av Lopranseiði og til Sumbiar.
Umframt ferðina undir Vágs- og Sumbiarbjørgunum, eru eisini upptøkur úr Sumba, m.a. frá kirkjugongdini úr Sumbiarkirkju, har Sumbiarkórið eisini hevði nakrar framførslur.
Eftir døgurða í dag, 22. des., og í morgin, 23. des., fæst filmurin til keyps á Torginum í Vági.
Tað er Dokumentar.fo sum hevur staðið fyri filminum Grindabátar á ferð av Vágseiði til Sumbiar.
Filmurin kostar 189,- kr.
Bíleggið filmin undir “Keyp filmar”.





